FSF skal útbúgva vaktarfólk

FSF skal útbúgva vaktarfólk
- Vit eru noydd at fylgja krøvum frá UEFA, og tí útbúgva vit vaktarfólkini, sigur aðalskrivarin í fótbóltssambandinum
 
12.05.2018 - 10:24

Sum liður í at styrkja um trygdina á Tórsvølli í samband við landsdystir, fer Fótbóltssamband Føroya í næstum at útbúgva vaktarfólkini. Í farnu viku fingu fyrstu føroyingarnir prógv sum UEFA Steward instruktørar.

- Vit skulu sjálvandi ikki gera tað verri enn tað er, tí veruleikin er tann, at vit so gott sum ongantíð hava havt trupulleikar av okkara áskoðarum. Men vit verða noyddir at fylgja teimum krøvum, sum UEFA setir, og tí eru vit farin í gongd við at útbúgva vaktarfólkinini, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, á heimasíðuni fsf.fo.

Krøvini til Fótbóltssamband Føroya gerast alsamt harðari, og serliga til altjóða dystir á heimavølli verða stór krøv sett til trygdina kring vøllin og í sambandi við sjálvan dystin.

Í hesum sambandi er europeiska fótbóltssamgongan, UEFA, farin undir at útbúgva vaktarfólk, ið skulu syrgja fyri, at alt gongur rætt fyri seg. Í fyrstu atløgu hava fimm føroyingar verið á skeið hjá UEFA, og hava fingið prógv sum UEFA Steward instruktørar.

Teir fimm eru Terji Nielsen, Jan Otto Holm, Martin Berg, Hallgrím Hansen og Helgi Justinussen. Hesir fara í næstum vegna FSF at skipa fyri skeiðum og at útbúgva trygdarfólkini, so trygdin, tænastan og alt annað, ið vaktarfólkini hava ábyrgd av til landsdystir, verður uppraðfest.

Næsti dystur hjá føroyska A-landsliðnum við monnum verður á Tórsvølli fríggjadagin 7. september, tá Malta kemur á vitjan í fyrsta dystinum í Nations League.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086