Fleyg ofta við ov nógvum viðføri

Fleyg ofta við ov nógvum viðføri
39 ára gamla flogfarið, sum datt niður í Havanna í Kuba fríggjadagin, fekk fyri einum ári síðani forboð at flúgva í loftrúminum yvir Guyana
 
22.05.2018 - 10:58

Orsøkin var, at manningin á flogfarinum breyt trygdarreglurnar, tí hon loyvdi ov nógvum viðføri í flogfarið, tá tað fleyg til Kuba.

Tað upplýsa loftferðslumyndugleikarnir í Guyana.

Flogfarið, sum var av slagnum Boeing 737, var um hetta mundið leigað til flogfelagið Easy Sky, og eitt skifti fleyg tað fýra ferðir um vikuna millum Georgetown í Guyana og Havanna.

Kubanum nýttist ikki at hava innferðarloyvi til Guyana, og tí var henda flogleiðin væl umtókt millum kubanar, sum fyltu kuffertini við alskyns lutum at hava heimaftur við til Kuba.

Men myndugleikarnir í Guyana varnaðust, at manningin á flogfarinum legði líka lag í, at alt ov nógv viðføri var í flogfarinum. Ein kanning vísti m.a., at vesini í flogfarinum vórðu eisini nýtt sum viðførisrúm.

110 fólk doyðu, tá kubanska flogfarið datt niður fríggjadagin, stutt eftir at tað var farið á flog úr eini floghavn nærindis Havanna.

Enn er ógreitt, hví flogfarið datt niður.

Hetta er ringasta flogvanlukka í Kuba seinastu 30 árini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
Møti í Lívdini
203560
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450