Meirilutin vil ikki byggja nýggj læknahøli

Meirilutin vil ikki byggja nýggj læknahøli
Hóast tað kann gerast ein dýr leiga til nýggjar læknaviðtalur í Havn, so ætlar býráðið ikki at byggja heldur enn at leiga
 
25.05.2018 - 13:05

Ótíðarhóskandi hølisviðurskiftir og økt normering av kommunulæknum í Tórshavnar kommunu hevur við sær, at nýggjar læknaviðtalur skulu fáast til vega í Havn.

Málið var fyri á býráðsfundi í gjár, har minnilutin mælti til, at nýggj høli blivu bygd, men tað fekk ikki undirtøku.

Minniluti í býráðnum førdi fram, at tað kann gerast ein dýr loysn at leiga, tí fyrilyggjandi uppskot til leigusáttmála kostar um 245.000 krónur um mánaðin, umframt at umvælingar skulu gerast, ið kunnu kosta tilsamans 30 milliónir krónur. Óvist er, hvør situr við tí rokningini.

Sambært Anniku Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, so er málið komið í tólvta tíma, tí hølisviðurskiftini hjá læknunum eru ikki nóg góð, og arbeitt verður fram ímóti at avgreiða málið, áðrenn farið verður í summarfrí.

- Freistin er langt síðani farin. Vit skuldu havt bygt læknahøli fyri einum fýra ella fimm árum síðani. Tað hevur man so ikki viljað raðfest, men vit gera tað, sum vit kunnu, sigur borgarstjórin og leggur afturat, at málið væntandi kann avgreiðast áðrenn summarfrítíðina við einum eyka býráðsfundi í juni. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744