Filmsheiður til "The Islands and the Whales"

Filmsheiður til "The Islands and the Whales"
Filmurin hjá Mike Day hevur vunnið Peabody films-heiðurslønina fyri dokumentarfilmar í New York.
Mike Day hevur vunnið Peabody filmsheiðurslønina
Mynd: savnsmynd  
 
26.05.2018 - 14:18

Í síðstu viku vann filmurin, "The Islands and the Whales", PEABODY films-heiðurslønina fyri dokumentarfilmar í USA.

Mike Day úr Edinburgh í Skotlandi gjørdi filmin, sum var liðugur í 2016. Peabody heiðurslønin varð handað Mike Day á hátíðarhaldi í New York. Filmurin vann á millum øðrum víðakenda náttúrufilminum "Planet two" hjá David Attenborough og BBC.

Siðaarvur og náttúrudálking

Filmurin, "The Islands and the Whales", er ein lýsing av lívi føroyinga og náttúruni kring teir, m.a. hvussu fiskur, grind og fuglur hevur verið fingin til matna, og hvussu aldargamli siðaarvur føroyinga hevur skapt eina serstaka mentan og samleika. Samstundis kann ídnaðarsamfelagið og dálking tess gera enda á hesi mentan.

Filmurin hevur verið vístur í Føroyum fyrr, men verður vístur aftur, nú hann hevur vunnið ársins Peabody heiðusløn sum besti dokumentarfilmur.

Sýningin verður Havnar Bio í morgin, sunnudagin kl. 16, har Mike Day verður hjástaddur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537