Ódnin Maria drap nógv fleiri enn upplýst

Ódnin Maria drap nógv fleiri enn upplýst
Almennu tølini vísa, at einans 64 fólk doyðu av Ódnini Mariu, sum herjaði í Puerto Rico í fjør. Nú vísa nýggjar kanningar, at 4.600 fólk doyðu
Ódnin Maria oyðilegði stórar partar av Puerto Rico, tá hon herjaði í september í 2017.
 
30.05.2018 - 07:26

4.600 fólk eru deyð í ódnini Mariu, sum hevur herjað í Puerto Rico. 

Tað er 70 ferðir so nógv, sum almennu tølini vísa, vísir nýggj kanning, sum er gjørd á lærda háskúlanum Harvard, og sum hevur avdúkað veruligu deyðstølini.

Sambært kanningini doyði ein triðingur av teimum 4.600 ikki beinleiðis av ódnini, men av vantandi heiligvági, vánaligari og vantandi viðgerð á landsins sjúkrahúsum, sum vóru illa rakt av eitt nú streymslitum í tíðini eftir.

Sambært myndugleikunum í Puerto Rico doyðu einans 64 fólk av ódnini Mariu, sum herjaði í Puerto Rico 16. september 2017. 

3,4 milliónir fólk búgva í karibisku oynni, og íbúgvarnir í Puerto Rico eru amerikanskir ríkisborgarar. 
 
  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858