Útoyggjastevna er í Svínoy í dag

Útoyggjastevna er í Svínoy í dag
Nógv eru komin, og enn fleiri eru væntandi til bygdina.
Mynd: savnsmynd  
 
16.06.2018 - 12:00

Útoyggjastevna er í Svínoy í dag. Um middagsleiðið vóru 500 fólk komin, og bygdarfólkið væntar, at talið tvífaldast, tá longur er komið út á dagin.

Strandferðslan siglir uttan slit millum Hvannasund og Svínoy til út á náttina, í minsta lagi til klokkan hálvgun tvey - ella so leingi fólk eru, sum skulu við.

Tað er Ritan, ið siglir, men frá klokkan hálvgun níggju í kvøld er tað Jósup, ið siglir millum Hvannasund og Svínoy.

Strandfaraskip landsins siga, at ferðaseðilin kostar 100 kr. fyri vaksin og 50 kr. fyri børn, meðan stevnan er.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114