Grønland samstarvar við Danmark um floghavnirnar

Grønland samstarvar við Danmark um floghavnirnar
Danskir myndugleikar vilja hava ávirkan á málið, tí teir siga, at talan er um uttanríkis- og trygdarpolitikk, sum er danskt málsøki.
Grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen
 
18.06.2018 - 08:41

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, og grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, eru samdir um at kanna, hvussu Danmark kann hjálpa til at fíggja ætlanina um at byggja tríggjar nýggjar floghavnir í Grønlandi.

Forsætisráðharrin og landsstýrisformaðurin hittust á fundi í Keypmannahavn dagin eftir ríkisfundin í Føroyum í síðstu viku.

Ætlanin er, at ein niðurstøða skal verða gjørd, áðrenn landstingið fer at hava aðru viðgerð av málinum um floghavnirnar, sum fara at kosta umleið fýra milliardir krónur.

Danskir myndugleikar vilja hava ávirkan á málið, tí teir siga, at talan er um uttanríkis- og trygdarpolitikk, sum er danskt málsøki.

Bæði forsætisráðharrin og verjumálaráðharrin hava sett spurnartekin við, at ein kinesisk fyritøka er undangóðkend at bjóða upp á arbeiðið at gera floghavnirnar.

Lars Løkke Rasmussen sigur, at nýggju floghavnirnar fara eisini í mong ár at tyngja grønlendska búskapin.

Kim Kielsen, landsstýrisformaður, sigur, at landsstýrið er til reiðar at samstarva við donsku stjórnina um møguleikarnar fyri, hvussu Danmark kann vera við til at fíggja ein part av verkætlanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366