Eystanstevnuróðurin hjá gentum ógildaður

Eystanstevnuróðurin hjá gentum ógildaður
Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag fekk seint í gjár viðhald í kæru um róðurin á Eystanstevnu hjá 5 mannaførum hjá gentum. Umróður verður á jóansøku
 
21.06.2018 - 08:31

Fimmmannafør hjá gentum skulu rógva umróður á jóansøku um vikuskiftið.

Tað hendir, eftir at Róðrarsambandið hevur fingið klagu frá Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag um róðurin hjá fimmmannaførum hjá gentum. Blikur vann hendan róður, Falkur gjørdist nummar tvey og Drekin nummar trý.

Róðrarsambandið boðaði í gjár frá, at nevndin hevur hugt eftir upptøkunum hjá dómarnum úti á startstongini, og at Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag hevur fingið viðhald í kæruni.

Sambært Róðarsambandinum eru tað ikki minni enn átta bátar, sum tjóvstartaðu. Tí hevur Róðrarsambandið gjørt av at ógilda úrslitini frá Eystanstevnuróðrinum.

- Tá støðan er soleiðis, so hava vit ikki annan møguleika enn at døma umróður, sigur Annika Dalsgarð, forkvinna í Róðrarsambandinum.

- Úrslitið frá Eystanstevnu er ógildað, tað vil siga, at øll stigini verða tikin burtur frá bátinum, og umróður verður á jóansøku, sigur forkvinnan. 

Sostatt verður umróður á jóansøku eftir, at 10-mannaførini hava róð, tað vil siga leygardagin tann 23. juni 2018. Tað merkir eisini, at fimmmannaførini hjá gentum rógva tvær ferðir á jóansøku.

- Hetta er ein forferdiliga keðilig støða fyri teir bátarnar, sum kappast erliga. Tí man veit ikki, hvussu úrslitið verður til næsta róðurin, og hetta er ein sera óheppin støða, sigur Annika Dalsgarð, forkvinna í Róðrasambandi Føroya. 

Genturóðurin á Eystanstevnu sæst her: 

ES_5mf_gentur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751