Menninir komnir afturíaftur í øllum góðum

Menninir komnir afturíaftur í øllum góðum
Menninir, sum ongin hevði hoyrt frá síðan týsdagin, hava nú latið frætt frá sær
 
23.06.2018 - 16:10

Arthur Ryggstein og Bjarti Mellemgard Henriksen eru komnir afturíaftur í øllum góðum.

In.fo skrivar, at teir báðir ungu menninir eru staddir í Malmø, og teir hava tað gott.

Teir hava annars verið eftirlýstir í Danmark. Teir skuldu eftir ætlan heim til Føroya við flogfarinum hjá Atlantsflogi á middegi týsdagin. Men teir komu ikki umborð á flogfarið, og eingin hevði frætt frá teimum, síðan teir vóru á veg á flogvøllin í Kastrup.

Teir høvdu heldur ikki verið á sosialu miðlunum síðan týsdagin. Teir hava nú latið frætt frá sær úr Malmø og hava tað gott, skrivar in.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486