HM-fótbóltur: Dagur & vika framskundað

HM-fótbóltur: Dagur & vika framskundað
Komandi dagarnar verður sjónvarpsskráin broytt, tá HM-dystir eru á skránni samstundis sum Dagur & vika.
 
25.06.2018 - 15:43

HM-bólkaspælið er við at vera liðugt, og nógvir spennandi dystir eru fyri framman. Millum annað skal Ísland spæla avgerandi dyst týskvøldið tann 26. juni, tá teir hitta Kroatia.

Somuleiðis spælir Ongland dyst komandi hóskvøld klokkan 19, tað vil siga 28. juni. Eftir hetta eru ymsu finalurnar á skránni.

Vanliga sendir Kringvarpið Dag & viku klokkan 19, men komandi dagarnar verður sjónvarpsskráin broytt, tá HM-dystir eru á skránni samstundis sum Dagur & vika.

Sendingar á skránni verða framskundaðar ein hálvan tíma, soleiðis at tað ber til at vísa beinleiðis HM-fótbólt í sjónvarpinum og ikki einans á heimasíðuni. 

Tað merkir, at barnasendingarnar, sum vanliga byrja klokkan 18.00, verða framskundaðar til klokkan 17.30.

Dagur & vika, sum vanliga verður sent hvønn gerandisdag uttan mikudag klokkan 19, verður tí á skíggjanum klokkan 18.30. 

Talan er um hesar dagar: 

Týsdag 26. juni kl. 19.00: Ísland - Kroatia 

Hósdag 28. juni kl. 19.00: Ongland - Belgia

Mánadag 2. juli kl 19.00: Áttindadeilsfinala

Týsdag 3. juli kl 19.00: Áttindadeilsfinala

Fríggjadag 6. juli 19.00: Fjórðingsfinala

Hesar dagar verður skráin framskundað. Tað merkir at barnasendingarnar byrja klokkan 17.30, og Dagur & vika byrjar klokkan 18.30.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444