Dømdir fyri grovan harðskap

Dømdir fyri grovan harðskap
Hóast teir noktaðu seg sekar og kravdu frídøming, blivu tveir menn í dag í Føroya rætti dømdir fyri grovan harðskap
 
09.07.2018 - 17:12

Ein 45 ára gamal maður fekk eitt ár og tríggjar mánaðir í fongsli og hin maðurin, hann er 36 ár, fekk eitt árs fongsul. Teir eru dømdir fyri tað sama.

Men eldri maðurin fekk harðari dóm, tí hann er dømdur fyri at hava framt harðskapin, meðan hann var royndarleyslatin og átti 74 dagar eftir av einum gomlum dómi. Báðir menninir eru dømdir fyri harðskap fyrr.

Dómarin segði, at tað dregur hinvegin revsingina niður, at ikki kann útilokast, at grovi harðskapurin er úrslitið av einum slagsmáli millum teir báðar dømdu og tann, sum varð fyri harðskapinum.

Tóku við dóminum

Báðir menninir tóku við dóminum, teir fingu í dag. Og báðir eru nú latnir leysir. Teir hava verið í varðhaldi síðani 29. desember í fjør.

Ákærin kravdi annars, at maðurin, sum fekk harðari dómin, skuldi aftur í varðhaldið eftir rættarfundin í dag. Vandi var annars fyri, at harðskapurin endurtók seg, segði ákærin. Verjin mótmælti, og dómarin tók mótmælið til eftirtektar, og maðurin varð latin leysur.

Báðir mennirnir eru frídømdir fyri at hava sligið og sparkað ein annan mann, mannin, sum leigaði íbúðina, grovi harðskapurin varð framdur í fríggjanáttina 29. desember í fjør.

Óvist um dómurin verður kærdur

Ákæruvaldið hevur ikki avgjørt enn, um tað fer í Landsrættin við málinum. Dómarnir eru nakað linari enn ákærin kravdi.

Ákærin kravdi hálvtannað til tvey ára fongsul, tó nærri teimum tveimum árunum. Tríggir mánaðir vóru tó fyri revsilógarbrotið, sum ákærdu menninir vórðu frídømdir fyri.

Av tí, at menninir eru frídømdir fyri annað brotið, teir vórðu ákærdir fyri, skal tað almenna rinda ein triðing av sakarkostnaðinum. Menninir báðir eru eisini dømdir at rinda endurgjald.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329