Nýtt fótbóltsskýli við Djúpumýru

Nýtt fótbóltsskýli við Djúpumýru
Nýtt áskoðaraskýli skal byggjast við fótbóltsvøllin við Djúpumýru í Klaksvík. 
Borgarstjórin í Klaksvík hevur undirskrivað avtalu við Norðhús um at byggja nýtt skýli við Djúpumýru í Klaksvík
Mynd: Klaksvíkar kommuna  
 
13.07.2018 - 11:02

Norðhús skal byggja skýlið, og arbeiðið byrjar í september.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, skrivaði í gjár undir sáttmálan við Norðhús.

Verkætlanin er í tveimum byggistigum.

Fyrra byggistigið er at byggja skýlið við 300 stólum. Seinna byggistig er at innrætta kjallaran.

Har verða tvær stórar umklæðingardeildir, doping-kanningrúm, dómararúm og annað, sum UEFA krevur. Har verða eisini skrivstovur til eitt nú ungdómsfótbólt.

Jógvan Skorheim sigur, at vónandi fer byggingin at gera, at KÍ í framtíðini kann spæla evropeiskan fótbólt við Djúpumýru.

Kostnaðurin fyri fyrra byggistig er settur til 11,6 milliónir krónur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672