Thorvald Stoltenberg deyður

Thorvald Stoltenberg deyður
Fyrrverandi norski uttanríkis- og verjumálaráðharrin, Thorvald Stoltenberg, er deyður, 87 ára gamal.
Thorvald Stoltenberg gjørdist 87 ára gamal
 
13.07.2018 - 16:15

Thorvald Stoltenberg var drúgva tíð í norskum politikki. Hann var diplomatur og virkin í norska javnaðarflokkinum.

Stoltenberg var verjumálaráðharri frá 1979 til 1981, tá Odvar Norli var forsætisráðharri. Síðani gjørdist hann uttanríkisráðharri í stjórnini hjá Gro Harlem Brundtland, og var uttanríkisráðharri frá 1987 til 1989 og aftur frá 1990 til 1993.

Síðani gjørdist hann semingsmaður fyri ST í fyrrverandi Jugoslavia, frá 1993 til 1995, tá stríðið á Balkan var uppá tað harðasta.

Í 1990 var Stoltenberg kommiserur í flóttafólkamálum hjá ST, og frá 1999 til 2008 var hann forseti fyri Reyða Kross í Noreg.

Thorvald Stolteberg var pápi fyrrverandi norska forsætisráðharran, Jens Stoltenberg, sum nú er aðalskrivari í NATO.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815