Grønland vil hava sendifólk í Kina

Grønland vil hava sendifólk í Kina
Umframt at hava sendifólk í Brússel, Washington og Keypmannhavn ætlar grønlendska landsstýrið eisini at hava sendifólk í Kina.
 
18.07.2018 - 13:44

Grønlendska landsstýrið ætlar eisini at hava eitt sendifólk í Kina.

Frammanundan hevur Grønland sendifólk í Brússel, Washington og Keypmannahavn. Í heyst letur Grønland upp sendistovu í Reykjavík.

Næsta stigið verður Kina, upplýsir landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, Vivian Motzfeldt, fyri grønlendska kringvarpinum.

Endamálið er at styrkja handilssambandið við Kina.

Seinastu árini hava grønlendsk landsstýrisfólk fleiri ferðir verið í Kina, og við eini sendistovu verða betri møguleikar at tryggja størri útflutning til Kina, sigur Vivian Motzfeldt.

Danska sendistovan í Kina umboðar sum er Grønland, men tað er ikki nóg mikið, heldur Vivian Motzfeldt. 

- Sjálvandi skulu vit handla gjøgnum donsku sendistovuna, men Danmark hevur onnur áhugamál enn vit, sigur hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815