Landsstýrið umhugsar at skipa tvær tíðindadeildir

Landsstýrið umhugsar at skipa tvær tíðindadeildir
Landsstýrið umhugsar nú at skipa tvær tíðindadeildir í Kringvarpinum. Tað er fyri at fáa ein meira fjølbroyttan tíðindaflutning.
 
29.07.2018 - 21:10

Tað stendur í ískoytispartinum til ólavsøkurøðuna hjá løgmanni.

Arbeitt verður við at tillaga kringvarpslógina, sum hevur virkað í trý ár.

Ein broyting verður helst, at smærri vinnurekandi skulu rinda lægri gjald.

Samstundis umhugsar landsstýrið at skipa tvær tíðindadeildir í Kringvarpinum fyri at fáa ein meira fjølbroyttan tíðindaflutning.

Uppskotið fall í februar

Í vetur skeyt Fólkaflokkurin upp at skipa tvær sjálvstøðugar tíðindadeildir í Kringvarpinum. Endamálið var at fáa størri fjølbroytni í tíðindaflutningin. Undirtøka var ikki fyri uppskotinum tá.

Men undir orðaskiftinum nam Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, við atfinningarsama orðaskiftið, sum ofta er í almenna rúminum um Kringvarpið.

- Meiningarkanningin um átrúnað, sum vísti stóran mun millum miðstaðarøkið øðrumegin og Eysturoy og Norðoyggjar hinumegin, hevði helst víst tað sama, um fólk vóru spurd um Kringvarpið, segði hon í løgtinginum undir fyrstu viðgerð tann 28. februar í ár.

Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya vóru løgd saman í ein stovn, Kringvarp Føroya, á heysti 2004. Stovnurin hevur virkað síðan 1. januar 2005.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815