Norðurkorea heldur á fram við kjarnorkuætlanum

Norðurkorea heldur á fram við kjarnorkuætlanum
Loynilig frágreiðing hjá ST vísir, at Norðurkorea ikki ætlar sær at steðga við sínum kjarnorkuvirksemi, sum annars var ætlanin.
 
04.08.2018 - 16:21

Mike Pompeo, amerikanski uttanríkisráðharrin, er saman við øðrum ráðharrum og embætisfólkum á eini trygdarráðstevnu, sum er í Singapore um vikuskiftið. Og tað er serliga eitt evni, sum hevur fylt nógv á ráðstevnuni. Ein nýggj og loynilig frágreiðing hjá ST er júst komin undan kavi, sum avdúkar, at Norðurkorea helst ongar ætlanir hevur um at minka sítt kjarnorkuvirksemi. 

Tað hevur annars verið ætlanin, at Norðurkorea skal minka um sítt kjarnorkuvirksemi. Tað var nevniliga avtalað á fundinum millum Donald Trump, forseta, og Kim Jong-un, norðurkoreanska leiðaran. 

Orð sum "fantastisk" og "søguligt", vórðu brúkt, tá Donald Trump, forseti, og norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, hittust í juni mánaði í Singapore. Men sambært frágreiðingini tykist at vera langt eftir á mál. 

Mike Pompeo um málið

Mike Pompeo, sum er uttanríkisráðharri í USA, sigur í dag sambært tíðindastovuni AFP, at tað er umráðandi at leggja áhaldandi fíggjarligt og diplomatiskt trýst á Norðurkorea fyri at røkka einum endaligum úrsliti, sum Norurkorea hevur lovað. 

- Kim Joun-un lovaði at minka um kjarnorkuvirksemið. Men vit síggja, at enn er langt á mál, sigur hann. 

Hann hitti norðurkoreanska uttanríkisráðharran, Ri Yong Ho fyri løtu síðani á ráðstevnuni, og tá góvu teir hvørjum øðrum hondina og avtalaðu ein fund millum sín, veit BBC at siga. Harumframt læt Pompeo norðurkoreanska ráðharranum eitt bræv frá Donaldi Trump, forseta, at geva Kim Jong-un. Tað er tó ikki greitt, hvat stendur í brævinum. 

Støðan er enn ógreið

Sjálvt um ein norðurkoreansk minking av kjarnorkuvirksemi var snúningsdepilin á fundinum millum Donald Trump og Kim Jong-un, tá teir hittust tann 12. juni í ár, er nógv sum nú bendir á, at júst tað ikki verður veruleiki. Í farnu viku kom undan kavi, at amerikanska fregnartænastan hevur ítøkiligan mistanka um nýggja framleiðslu av rakettum í býnum Sanum-dong í Norðurkorea, har einaveldið fyrr hevur framleitt rakettir, sum røkka yvir til amerikanska fastlandið.

Og so hevur Mike Pompeo gjørt púra greitt, at hann heitir á øll lond í Asia um at halda á fram við revsitiltøkum mótvegis Norðurkorea. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040