Føroyar ikki við á ONS-oljumessuni

Føroyar ikki við á ONS-oljumessuni
Fyri fyrstu ferð síðani 1992 verða Føroyar ikki umboðaðar á ONS-oljumessuni í Stavanger, sum verður seinni í august.
Mynd: Oljan.fo  
 
06.08.2018 - 09:34

Tað skrivar oljuportalurin, Oljan.fo.

Oljumessan er annaðhvørt ár. Hetta er 23. árið, at skipað verður fyri henni.

Oljan.fo skrivar, at føroyska undirtøkan í ár var ov lítil til at hava sjálvstøðugan landabás á messuni ella slupp og tjald á bryggjuni á Stavanger, sum siðvenja annars hevur verið.

Oljuportalurin staðfestir, at vantandi lønandi fund á føroyska landgrunninum er høvuðsorsøkin til, at Føroyar fyri fyrstu ferð í 26 ár ikki eru við á ONS.

Øðrvísi var oljuleitingin var í hæddini í Føroyum, tá hundraðtals føroyingar luttóku á ella vitjaðu ONS.

Leif Johan Sevland, sum er stjóri fyri oljumessuna og fyrrverandi borgarstjóri í Stavanger, sigur við oljan.fo, at hann harmast, at Føroyar ikki eru við í ár.

- Føroyar hava verið eitt týðandi íkast tey seinastu mongu árini. Tit hava verið sera sjónlig og hava megnað at marknaðarføra Føroyar mótvegis ídnaðinum á ein týðandi hátt, sigur hann millum annað við oljan.fo. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558