Talið av kinesarum í Grønlandi veksur

Talið av kinesarum í Grønlandi veksur
Talið av kinesarum, sum búgva í Grønlandi er tvífaldað seinasta árið. Nú búgva fleiri kinesarar í Grønlandi, enn tað gera norðmenn og týskarar.
 
06.08.2018 - 09:07

Tað er serliga tørvurin á støðugari arbeiðsmegi á fiskavirkjum, eitt nú hjá Royal Greenland, sum er orsøkin til stóra vøksturin av kinesarum í Grønlandi.

Blaðið Sermitsiaq vísir til tøl frá grønlendsku hagstovuni, sum siga, at tað 1. juli í ár búðu 65 kinesarar í Grønlandi. Um somu tíð í fjør búðu 35 kinesarar í Grønlandi. Árini frá 2011 til 2016 var talið millum tíggju og 15.

Sermitsiaq hevur eitt yvirlit yvir útlendingar frá grønlendsku hagstovuni, sum tó ikki fevnir um danir og føroyingar, men hetta yvirlitið sigur, at tað eru fólk úr Filipinunum, sum er best umboðað í Grønlandi. Tey eru 238 í tali. 161 fólk úr Teilandi búgva í Grønlandi, 136 íslendingar, 82 sviar og so 65 kinesarar, 59 norðmenn og 47 týskarar.

Og hesi tølini eru altso frá 1. juli 2018.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065