Fleiri lond hava heitasta summarið í øldir

Fleiri lond hava heitasta summarið í øldir
Nú ávarar eitt lið av altjóða granskarum um, at ein dominoeffekt kann fáa hitalagið í heiminum veruliga at taka dik á seg.
 
08.08.2018 - 08:37

Í nógvum londum verður sagt frá heitasta sumrinum í øldir. Nú ávarar eitt lið av altjóða granskarum um, at ein dominoeffekt kann fáa hitalagið í heiminum veruliga at taka dik á seg.

Ein mannaskapt upphiting upp á tvey hitastig kann føra til upp aftur størri upphiting av heiminum.

Í veruleikanum kann miðalhitin á jørðini gerast 4-5 stig hægri, og so kunnu høvini fløða millum 10 og 60 metrar eftir nøkrum hundrað árum.

Harvið er málið á tvey hitastig í veðurlagsavtaluni í París als ikki nóg mikið, staðfesta granskararnir í einari grein í viðurkenda tíðarritinum Proceedings of the National Academy of Sciences.

Sebastian Mernild, sum er professari í veðurlagsbroytingum við Nansen-sentrið í Bergen, sigur fyrsta dominofólkið longu verða fallið:

- Vit síggja longu nú, at metan miðsavnast í størri mongdum í atmosferuni, og metan spríkir upp í atmosferuna og økir upphitingina, sigur hann við DR.

Somuleiðis vísir veðurlagsfrøðingurin Jesper Theilgaard á, at ein dominoeffekt longu er farin í gongd.

- Vit hava altíð vitað, at tað var ein vandi fyri einari ávirkan, sum skapar eina dominoeffekt. Men at tað kann føra til 4-5 stig í hitaøking kemur kortini óvart á serliga eftir París-avtaluna, sigur Jesper Theilgaard, sum leingi hevur ávarað ímóti veðurlagsbroytingunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659