Nýbygningur nummar 50 handaður til Luna

Nýbygningur nummar 50 handaður til Luna
Í gjár fór nýbygningur nummar 50 frá KJ av Fuglafirði.
 
08.08.2018 - 15:58

Talan er um tvíkiljuna Ritunøva, sum varð handað alifelagnum Luna.

Ritunøva er 15,5 metrar long og 7 metrar breið, hevur tveir motorar upp á hvør 425 Hk, og ein 100 KVA ljósmotor. Av deksútgerð kann nevnast ein Palfinger 50 tons/metur krani, eitt 10 tons deksspæl, ein kapstanur uppá 6 tons og tríggir upp á 1 tons.

Tvíkiljan er útgjørd við messu, WC, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligari nautiskari útgerð.

Hetta er nýbygningur nummar 50, sum KJ hevur smiðað, og tað er níggjundu ferð, nýbygningur verður handaður til Luna.

Ritunøva er heimahoyrandi í Bø.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860