Torført at flyta fólk úr fátækraváða

Torført at flyta fólk úr fátækraváða
Tað er torførari at flyta fólk úr fátækraváða, enn samgongan hevði gjørt sær greitt, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen
Mynd: Savnsmynd  
 
08.08.2018 - 08:43

10.1 prosent av Føroya fólki liva í fátækraváða. Tað siga nýggjastu hagtølini frá Hagstovu Føroya, sum eru frá 2016. Tað er ein minking á 0.5 prosent í mun til 2015.

Samgongan hevði sum eitt av sínum aðalmálum at minka um talið á teimum í fátækraváða og hevur sett fleiri átøk í verk. Eitt nú familjuískoyti og skattalætta til tær lægru lønirnar, ið skuldi verða við til at hjálpa um hjá fólki, ið vóru í fátækraváða. Hóast tað, so er talið bara broytt frá 10,6 til 10,1.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, ásannar, at tað var torførari at flyta fólk úr fátækraváða, enn mann hevði gjørt sær greitt.

- At tølini ikki eru minkað meira vísir eisini, hvussu neyðugt tað var, at seta fokus á tað, sigur hon. 

Tað er torført at flyta tølini stórvegis niðureftir, ásannar Eyðgunn Samuelsen. Landsstýrið hevur roynt seg við politiskum átøkum í eini roynd at flyta markið.

- Um tað er nóg gott, tað er trupult at siga, tí tað ávirkast eisini av øðrum faktorum í samfelagnum. Til dømis er fólkaflytingin við til at hækka prísirnir og hetta ávirkar eisini, hvussu tølini fyri fátækramarkið síggja út, sigur landsstýriskvinnan.

Markið fyri fátækraváða flytir seg eftir, hvussu tað gongur í samfelagnum. Tað verður sett eftir ein miðinntøku.

Tað vil siga, at helvtin av borgarunum hava størri inntøku enn miðinntøkan, og hin helvtin hevur eina lægri inntøku.

Um ein hevur eina tøka inntøku, ið er minni enn 60 % av miðinntøkuni, er ein í fátækraváða.

Tá tað gongur væl í samfelagnum kann miðinntøkan flyta seg skjótt uppeftir og harvið flytist eisini markið fyri fátækraváða.

Eyðgunn Samuelsen sigur, at hetta er kanska ikki besti mátin at máta fátækraváða uppá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858