Uppboðssølan av sild og makreli aftur útsett

bannari
Uppboðssølan av sild og makreli aftur útsett
Fiskimálaráðið hevur boðað frá, at avgreiðslan av afturlatnu uppboðssølunum av rættindum at veiða norðhavssild og makrel er útsett eina viku.
 
10.08.2018 - 11:24

Uppboðssølan, sum skuldi vera komandi vikuna, er enn eina ferð útsett.

Høgni Hoydal boðaði 19. juni frá, at uppboðssølurnar, sum annars skuldu vera 20. og 27. juni, vóru útsettar til ávikavist 14. august (týsdagin) og 16. august (hósdagin).

Uppboðssølurnar vóru útsettar, tí tað var betri at fáa umsóknirnar um menningarkvotur avgreiddar fyrst. Sambært fiskimálaráðnum kann tað hava fyrimun fyri vinnuna, at menningarkvoturnar eru avgreiddar, áðrenn langtíðarrættindi at fiska makrel og norðhavssild verða keypt. 

Rógvi Reinert, aðalstjóri í fiskivinnumálum segði við útvarpið fyrr í vikuni, at arbeitt varð sum, at uppboðsølurnar skuldu vera komandi vikuna. Men so er ikki. 

Uppboðssølurnar av rættindunum at veiða 7.490 tons av norðhavssild og 10.901 tons av makreli verða tí 21. og 23. august. 

Sølan av rættindum at veiða makrel verður so avgreidd 21. august 2018. Og sølan av rættindum at veiða norðhavssild verður avgreidd 23. august 2018.

Tað hevur ljóðað at menningarkvoturnar verða lutaðar út í hesi vikuni, men enn er einki at frætta. 38 umsóknir komu inn um menningarkvotur, men bara 7 loyvi verða latin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870