Land og kommunur mugu samstarva um ferðavinnuna

Land og kommunur mugu samstarva um ferðavinnuna
Neyvt samstarv millum land og kommunur er besta fortreytin fyri einari góðari ferðavinnu í Føroyum, heldur Poul Michelsen, landsstýrismaður
 
19.08.2018 - 15:30

Landsstýrismaðurin í ferðavinnumálum, Poul Michelsen, var fríggjadagin á fundi við Kommunufelagið og Visit Faroe Islands. Endamálið við fundinum var at seta sjóneykuna á, hvussu land og kommunur skilabest kunnu samstarva um ferðavinnuna og viðgera, hvussu ferðavinnan verður skipað á bestan hátt fyri land, kommunur, vinnulív og ferðafólkini, sum leita sær til Føroya.

- Landið er fúsur viðleikari, men natúrlig og sunn menning krevur, at átøkini koma frá vinnuni, frá fólkinum og kommununum, har menningin skal henda, segði Poul Michelsen á fundinum.

Eisini legði landsstýrismaðurin dent á, at ferðavinnan í Føroyum eigur at leggja seg eftir dygd heldur enn nøgd, tá talan er um ferðafólk.

Okkurt um 600 ársverk eru nu í føroysku ferðavinnuni. Umsetningurin hjá vinnuni er 600 milliónir krónur um árið. 

100.000 ferðafólk eru í Føroyum um árið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672