Góður makrelfiskiskapur í Grønlandi

Góður makrelfiskiskapur í Grønlandi
Makrelfiskiskapurin í Grønlandi gongur væl, men óvist er, um skipini megna at fiska alla grønlendsku kvotuna í ár.
Mynd: Sermitsiaq.ag  
 
20.08.2018 - 14:55

Vertíðin byrjaði síðst í juni, og 13. august vísti uppgerð frá eftirlitsmyndugleikanum, at góð 36.500 tons eru fiskað. Samlaða kvotan er góð 66.000 tons. Tað skrivar Sermitsiaq.

- Nógv meira av makreli er fiskaður enn sama tíðarskeið onnur ár, men tað kann skjótt broytast, tí fiskurin kann svimja aðrastaðir, sigur Mads Nedergaard, fiskarí-inspektørur.
- Men í løtuni sær lovandi út, sigur hann við Sermitsiaq.

Grønlendska landsstýrið hevur ikki roknað við, at kvotan í ár verður fiskað øll, sum hon er. Í fíggjarlógini stendur, at grønlendsk skip skulu fiska 25.000 tons og útlendsk skip skulu fiska 20.000 tons av makrelkvotuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358