Fleiri ES-borgarar fáa uppihaldsloyvi í Føroyum

Fleiri ES-borgarar fáa uppihaldsloyvi í Føroyum
Talið av ES borgarum, sum fáa uppihaldsloyvi í Føroyum eftir sokallaðu ES skipanini, er vaksandi.
 
21.08.2018 - 12:26

Uppihaldsloyvi eftir ES-skipanini er uppihaldsloyvi grundað á arbeiði og sáttmála til ríkisborgarar í ES-londum. 

Í 2016 fingu 125 ES-borgarar uppihaldsloyvi eftir hesi skipan, og í 2017 var talið nærum tvífaldað. 240 fólk hava í 2017 fingið uppihaldsloyvi frá ES-londum. 

Eisini í ár økist talið eftir øllum at døma. Higartil í ár hava 229 ES borgarar fingið uppihaldsloyvi eftir ES-skipanini. Tað er næstan líka nógv sum alt árið í fjørð. 

Nógv tann størsti parturin av borgarunum, sum koma hendan vegin gjøgnum ES-skipanina, eru frá Romenia. Síðani koma lond sum Pólland, Litava og Bulgaria. 

55 - sum ikki er í samband við familjusameining - hava fingið uppihaldsloyvi á fyrsta sinni í 2017 frá londum uttan fyri ES.

ES-skipanin kom í gildi 1. juli 2014. Tá kom reglan um serrættindi hjá ES-borgarum til føroyska arbeiðsmarknaðin aftur í gildi men hesa ferð við teirri broyting, at arbeiðsgevarar undir ávísum fortreytum kunnu taka inn útbúnar handverkarar til byggi- og annleggsvinnuna, so leingi arbeiðsloysið er undir 6 %. 

Fyri ófaklærda arbeiðsmegi var framvegis galdandi, at serrættindini ikki taka við fyrr enn arbeiðsloysi er komið undir 3,5%, men frá december sama ár var markið undir 6 prosents arbeiðisloysi galdandi eisni fyri ófaklærdar handverkarar. 

ES-skipanin virkar soleiðis, at mál eftir serligu reglunum fyri ES-borgarar verða viðgjørd í beinleiðis samskifti millum arbeiðsgevara og Udlændingestyrelsen.

Arbeiðsgevarin kann søkja um undangóðkenning frá Udlændingestyrelsen, og tá undangóðkenning er skrivað, kann ES-borgara byrja beinanvegin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. august
Breddin: Vakmyndatól og kvinnufráflyting
179919
Fríggjadag 30. august
Morgunlestur fríggjadagur 30. august 2024
179482
Hósdag 29. august
RagnarRokk 29.august 2024
176660
Hósdag 29. august
Morgunlestur hósdagur 29. august 2024
179481
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179895
Týsdag 27. august
Olaf & trappan - teknmálstulkað
150041
Týsdag 27. august
Veðrið - teknmálstulkað
179740
Týsdag 27. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179739
Týsdag 27. august
Veðrið
179730