Føroyar fiska ikki laks næstu árini

Føroyar fiska ikki laks næstu árini
Føroyar gera, sum ICES mælir til, og fiska ikki laks tey næstu árini heldur, sigur Høgni Hoydal í svari Edmund Joensen.
 
21.08.2018 - 11:18

Føroyar hava boðað NASCO frá, at Føroyar gera, sum ICES mælir til, og fiska ikki laks tey næstu árini heldur, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í svari til Edmund Joensen, løgtingsmann.

NASCO er millumlanda felagsskapur, sum umsitur villa laksin í Norðuratlantshavi.

Føroyar hava ikki fiskað laks í nógv ár. Men Føroyar tilskila sær tó rætt til vísindaligan royndarfiskiskap.

Hóast landsstýrið hevur boðað frá almennu støðu Føroya, hevur felagið Laksaskip í vár gjørt avtalu við tveir privatar felagsskapir um ikki at fiska villan laks tað næsta árið.

Felagið fekk pengar afturfyri, hvussu nógvar er ikki upplýst. Men talan er um nakrar milliónir.

Privatu felagsskapirnir eru Atlantic Salmon Federation og North Atlantic Salmon Fund. Hetta eru felagsskapir hjá tráðufiskarum.

Landsstýrið eigur, sambært landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, ongan lut í avtalunum, sum felagið Laksaskip hevur gjørt.

Sjey limir eru í felagnum Laksaskip. Felagið vil ikki upplýsa, hvørjir limirnir eru.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527