Kongaliga vitjanin endar í dag

Kongaliga vitjanin endar í dag
Fríðrikur krúnprinsur, Mary krúnprinsessa og børn teirra fara til gudstænastu í Sandavági fyrrapartin.
Mynd: savnsmynd  
 
26.08.2018 - 10:04

Í dag fara Fríðrikur krúnprinsur, Mary krúnprinsessa og børn teirra av stað aftur.

Seinastu bygdirnar, ið verða vitjaðar, eru í Vágum.

Klokkan 10.30 fara kongaligu gestirnir til guðstænastu í Sandavágs kirkju, og beint eftir guðstænastuna verður farið til Bíggjar, har borðreitt verður í gamla pakkhúsinum í Bø.

Um hálvgum trý tíðina fer krúnprinsafamiljan avstað aftur til Danmarkar við flogfari hjá Atlantic Airways.

Á vitjanini í Føroyum hava Mary, Fríðrikur og børnini vitjað í Havn, Klaksvík, Kirkju, Hattarvík, Mikladali, Runavík, Hvalvík, Haldarsvík, Tjørnuvík, Sandavági og í Bø.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522