Skrivikapping fyri næmingar í framhaldsdeildini

Skrivikapping fyri næmingar í framhaldsdeildini
Næmingar í framhaldsdeildini í norðurlondum kunnu melda seg til skrivikapping um, hvussu vit best umsita havið. 
 
30.08.2018 - 15:33

Tað er Norrønu Feløgini og sendinevndin hjá Stórtinginum til Norðurlandaráðið, sum bjóða norðurlendskum framhaldsskúlanæmingum til skrivikapping, har sjóneykan verður sett á umhvørvi, burðardygga umsiting av havinum og norðurlendskt samstarv.

Tað skrivar lærarafelagið á heimasíðu sínari. 

Hvør skúli hevur møguleika at senda inn tvey íkast til kappingina. 3 vinnarar verða bodnir til ein spennandi dag saman við politikarum og kjakum í Norðurlandaráðnum undir ársfundinum í Oslo 30. - 31. oktober 2018. Ferð, matur og gisting verður goldin fyri vinnarar og lærara. 

Teksturin skal latast inn 1. oktober í 2018, og vinnarin verður avdúkaður í viku 42.

Næmingarnir skulu viðgera, hvussu vit í Norðurlondum kunnu tryggja, at havið verður troytt á burðardyggan hátt. Næmingarnir skulu skriva ein tekst um, hvussu Norðurlond kunnu tryggja, at vit brúka havsins tilfeingi á ein burðardyggan hátt og forða fyri dálking og veðurlagsbroytingum. Hetta kann gerast eitt nú við at lýsa framtíðarútlit ella trega, koma við atfinningarsomum viðmerkingum, ynskjum um broytingar ella uppskotum til loysnir.

Til ber at lesa meira um evnið og kappingina á heimasíðuni hjá Lærarafelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860