Hoyvíkssáttmálin sigast upp

Hoyvíkssáttmálin sigast upp
Íslendingar siga, at tað er brot á Hoyvíkissáttmálan at koyra íslendingar úr føroysku fiskivinnuni í 2025.
 
05.09.2018 - 12:38

Møguleikin at taka fiskivinnuna úr Hoyvíkssáttmálanum varð nevndur á fundinum millum Guðlaug Þór Þórðarson, uttanríkisráðharra í Íslandi, og Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkismálum, í Havn í gjár.

Íslendingar siga, at tað er brot á Hoyvíkissáttmálan at koyra íslendingar úr føroysku fiskivinnuni í 2025.

Ein annar møguleiki er at broyta føroysku fiskivinnulóggávuna. Men tað verður neyvan gjørt, sigur Poul Michelsen.

Annars ætlar landsstýrið framvegis at siga upp Hoyvíkssáttmálan á nýggjárinum komandi.

Embætisfólk úr báðum londum arbeiða víðari við framtíðini hjá Hoyvíkssáttmálanum.

Føroyingar halda uppá, at Føroyar fáa av lítið burtur úr Hoyvíkssáttmálanum, sum varð gjørdur í 2005.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531