Vilja hækka grundupphæddina

Vilja hækka grundupphæddina
Sambandsflokkurin heldur, at grundupphæddin í fólkapensjónini skal hækka. Flokkurin hevur lagt fram uppskot um tað.
 
12.09.2018 - 08:48

Grundupphæddin í fólkapensjónini eigur at hækka 580 kr. um mánaðin.

Tað heldur Sambandsflokkurin, sum hevur lagt fram uppskot um tað.

Flokkurin mælir til at hækka grundupphæddina, sum er skattafrí, úr 43.068 krónum um árið upp í 50.028 krónur hjá støkum og úr 32.796 krónum upp í 39.756 krónur hjá teimum, sum eru gift.

Hækkingin er slakar 7.000 krónur um árið. Hon kostar landskassanum okkurt um 50 milliónir krónur um árið, sigur Sambandsflokkurin.

Flokkurin heldur, at vit hava skyldu til at hækka grundupphæddina aftur á sama stig, sum hon var á fyri lækkingina í 2016.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444