Høgni Hoydal heitir á bankarnar um at endurskoða rentur og brúkaragjøld

Høgni Hoydal heitir á bankarnar um at endurskoða rentur og brúkaragjøld
Bankavirksemið er blivið nógv meira lønandi, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, heitir nú á bankarnar um at lækka renturnar og endurskoða brúkaragjøldini.
 
16.04.2024 - 18:16

Bankavirksemið er blivið nógv meira lønandi, enn tað hevur verið. Eitt nú vísir roknskapurin hjá Betri samtakinum fyri 2023 eitt avlop á góðar 381 milliónir krónur eftir skatt. Hetta er væl meira enn í 2022, tá ið avlopið var slakar 30 milliónir eftir skatt.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Høgni Hoydal, heitir nú á bankarnar um at lækka renturnar og endurskoða brúkaragjøldini. 

- Tað gongur væl hjá bankunum í løtuni, men bankin skal minnast til, at tað er skattgjaldarin, sum bjargar teimum, tá tað gongur minni væl, sigur hann.

 

Onga ítøkiliga ætlan um rentulækkingar

Sambært Jean Djurhuus, stjóra í Betri banka, er eingin ætlan um at lækka kostnaðin hjá einstøkum kundum, tí bankin má tillaga seg eftir, at so nógvir kundar sum møguligt fáa sum mest burturúr. 

- Vit eru eisini ein stórur vinnubanki, og vit skulu eisini tæna vinnulívinum. Tey síðstu árini hevur man flutt avgjøldini frá útlánskundum, til at tað nú eru tey, sum brúka tænastuna, sum rinda avgjøldini. Tað, halda vit, leggur gjaldið á rættari stað, sigur stjórin í Betri banka. 

Tó eru ikki ætlanir um at lækka rentuna til eitt nú sethúsakundar. 

- Um tað kemur ein rentulækking til sethúsakundar er ikki nakað, sum vit hava tikið støðu til í løtuni. Man tosar um rentustøðið fer at falla, og tað mugu vit so ganga út frá eisini verður støðan í Føroyum. Vit eru jú til fyri kundarnar. Men hinvegin mugu vit innrætta okkum soleiðis, at so nógvir kundar sum møguligt fáa sum mest burturúr. Vit hava gjørt nakrar lækkingar í ymsum kostnaðarbroytingum, men tað at lækka kostnaðin fyri einstakar kundar er ikki nakað, sum vit hava ætlanir um í løtuni, sigur Jean Djurhuus, stjóri í Betri banka. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846