Formaðurin í Búskaparráðnum: Avmarkaða kappingin ávirkar kostnaðargjøldini

Formaðurin í Búskaparráðnum: Avmarkaða kappingin ávirkar kostnaðargjøldini
- Politiska skipanin hevur herðað krøvini til føroysku bankarnar, og tað avmarkar kappingina á marknaðinum. Tá kappingin minkar, hækka prísirnir, sigur Fróði Magnussen
 
18.04.2024 - 10:19

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Høgni Hoydal, heitti týsdagin á føroysku bankarnar um at lækka renturnar og endurskoða brúkaragjøldini.

- Tað, sum vit kunnu gera, tað er at heita á bankarnar um at endurskoða síni gjøld og sín rentumarginal, tí tað hevði gjørt stóran mun hjá føroysku húsarhaldunum. Tað gongur væl hjá bankunum í løtuni, men bankin skal minnast til, at tað er skattgjaldarin, sum bjargar teimum, tá tað gongur minni væl, segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum. 

Men hetta verður nokk ikki til meira enn ynskir, metir formaðurin í Búskaparráðnum, Fróði Magnussen.

- Veruleikin er tann, at í einum marknaðarbúskapi verður prísurin av einari vøru í stóran mun settur eftir kappingini á økinum. Politiska skipanin er samstundis komin við herdum krøvum til eitt nú bankarnar, og hesi krøv leggja størri byrðar á bankarnar, samstundis sum tey eru avmarkandi fyri kappingina á marknaðinum. Tí tað er torført hjá nýggjum aktørum at koma inn á hendan marknaðin, tá krøvini eru herd, vísir formaðurin í Búskaparráðnum á. 

Avmarkaða kappingin á marknaðinum hevur tá ta ávirkan, sambært Fróða Magnussen, at prísurin á vørunum hækkar. 

- Møguleikin at kappast minkar, og tá hóttanin um kapping minkar, so hækkar prísurin á einari vøru. So leingi krøvini eru so mikið hørð, sum tey eru í dag, so vil prísurin vera hareftir, tí kappingin er avmarkað, sigur hann.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776