07 Vestur fingið nýggjan venjara

07 Vestur fingið nýggjan venjara
Sigtór Petersen er nýggjur venjari hjá 07 Vestur
Mynd: jn.fo  
 
18.09.2018 - 09:50

07 Vestur hevur sett Sigtór Petersen í starv sum høvuðsvenjari hjá 07 Vestur, tað skrivar jn.fo.

Hann tekur við eftir Paula Poulsen, sum í gjár segði seg úr starvinum.

Sigtór Petersen varð eisini settur sum bjargingarmaður hjá 07 Vestur í september í fjør, tá Trygvi Mortensen fór úr starvinum.

Tað eydnaðist væl, tí 07 Vestur vann tríggjar av teimum síðstu fýra dystunum við Sigtóri Petersen sum venjara og slapp undan niðurflyting.

Týdningarmikil dystur sunnudagin

07 Vestur er í løtuni niðast í Betrideildini. Felagið hevur níggju stig og er eitt stig aftanfyri AB á níggjunda plássi.

Nógv bendir í løtuni á, at bara eitt felag fer at flyta niður, og tí kann dysturin sunnudagin millum AB og 07 Vestur blíva avgerandi.

07 Vestur og AB hava spælt tveir dystir ímóti hvørjum øðrum í hesum kappingarárinum.

Dysturin á Argjum endaði 1-1. Í Sørvági vann 07 Vestur 1-0.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522