Lættari at finna tøk parkeringspláss

Lættari at finna tøk parkeringspláss
Ein skipan, ið skal lætta um parkeringstrupulleikarnar í býnum, hevur vunnið fyrsta plássið í hugskotsverkstovuni “Talgilda tín bý”
 
23.09.2018 - 11:11

Hugskotsverkstovan, Talgilda tín bý, hevur verið í Havn um vikuskiftið. Endamálið var at fáa hugskot, sum kunnu vera við til at talgilda býin, og besta hugskotið er ein skipan, ið skal lætta um parkeringstrupulleikarnar í býnum. 

Vinnandi hugskotið er ein skipan, sum við nýmótans tøkni ger tað lættari at finna tøk parkeringspláss í býnum.

Annika Gregoriussen, Hans Olivur Joensen, Hilmar Simonsen og Birita Jacobsen mannaðu vinnandi bólkin, TórsPark, sum fekk 50.000 kr. fyri besta hugskotið.

Traðka og Saman næstbest
Á øðrum plássi komu hugskotini Traðka og Saman.

“Traðka” er ein app, ið á stuttligan hátt eggjar fólki at ganga, súkkla og taka bussin heldur enn bilin til og frá arbeiði. Endamálið er minka um dálkandi útlát frá ferðsluni. 

“Saman” er ein app, ið skal knýta fólk við somu áhugamálum saman, so tey í felag kunnu ganga til ítriv ella gera eitthvørt annað, ið tey hava hug til.

Fyri næstbesta hugskotið fingu bólkarnir 5.000 kr. hvør.

Níggju aðrir bólkar vóru við í hugskotsverkstovuni, sum KT-deildin og Hugskotið í Tórshavnar kommunu skipaðu fyri saman við Fróðskaparsetur Føroya í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin og í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846