400 milliónir í avlopi í 2019

400 milliónir í avlopi í 2019
Kristina Háfoss, landsstýrsikvinna í fíggjarmálum, legði fyrrapartin fram fíggjarlógaruppskotið fyri 2019. Roknað verður við stórum avlopi.
 
28.09.2018 - 10:55

Kristina Háfoss, landstýriskvinna í fíggjarmálum, legði fyrrapartin fram fíggjarlógaruppskotið fyri 2019. 

Sambært fíggjarlkógaruppskotinum fyri komandi ár verður avlopið hjá landskassanum 403 milliónir krónur, meðan rakstrarútreiðslurnar vaksa við 2,6 %. Inntøkurnar hjá landinum vaksa væntandi við 3,8 %, og játtanin til íløgur verður 424 milliónir krónur. 

Landsstýrið er ávegis við einum “bústaðarpakka”, sum skal tryggja fleiri bústaðir. Fleiri tiltøk eru longu sett í verk, onnur eru ávegis, sigur Kristina Háfoss. 

Vegna stóru ferðini í byggivinnuni, verða almennu íløgurnar raðfestar soleiðis, at arbeiðsmegi altíð er tøk til bústaðarbygging. 80 milliónir krónur í íløgum verða raðfestar av nýggjum í hesum sambandi.

Harumframt segði landsstýriskvinnan, at ein nýggjur barnalækni og ein hjartalækni verða settir komandi ár orsakað av heilsunýskipanini og serlæknapuljuni. 

Átøkini komandi ár eru millum annað:

  • Nýggjar útbúgvingar og styrkt Fróðskaparsetur
  • Bústaðarpakki
  • Nýtt avloysaraskip til SSL og hægri útoyggjastuðul
  • Eysturoyar- og Sandoyartunlar og aðrir tunlar
  • Barnalækna og hjartalækna afturat
  • Pensjónistar minst 1.000 krónur meira at liva av um mánaðin
  • Fiskivinnunýmenning og tónleikaútflutningsstova
  • Frá 40% pensjónsflatskatti til stigvaksandi pensjónsskatt úr 30% upp í 40%
  • Nýggj sendistova í fjareystri
  • Náttúruverndarlóg
  • Málið er, at skuld landsins skal minka við umleið 1 milliard kr.

Les alt fíggjarlógaruppskotið her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155