Leigubilalógin galdandi frá september

Leigubilalógin galdandi frá september
Hóast lógin ikki kemur í gildi fyrr enn dagin eftir, at hon er kunngjørd, virkar hon kortini frá framløgudegnum at rokna.
 
09.10.2018 - 10:02

Framløgudagurin av lógini um sølu av leigubilum var 28. september. 

Lógin er tó hvørki samtykt ella komin í gildi enn. Uppskotið er í Fíggjarnevndini í løtuni.

Talan er um eitt uppskot um at broyta lógina um meirvirðisgjald, so bilasølur skulu gjalda meirvirðisgjald fyri seldar bilar, sum upprunaliga eru skrásettir sum leigubilar.

Bilar, sum eru skrásettir sum leigubilar, kunnu í dag seljast eftir nakrar mánaðir uttan at rinda meirvirðisgjald.

Ein av orsøkunum til uppskotið er, at ábendingar eru um, at bilar verða skrásettir sum leigubilar, men ikki eru leigubilar, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, sum eigur lógaruppskotið.

Bilasølur kunnu keypa bilar og síðani leiga teir bilútleigarum. 

Seinni kunnu hesir bilar so seljast bíliga, tað er uttan meirvirðisgjald, tá teir eru til dømis eru hálvt ár.

Av tí at ivi er um, nær lógin er galdandi, hevur Kristina Háfoss boðað Fíggjarnevndini frá, at lógin er galdandi frá framløgudegnum, sum var 28. september.

Bilar, sum eru skrásettir sum leigubilar fyri tann dag, sum er 28.september, kunnu tí seljast uttan meirvirðisgjald eftir galdandi lóg.

Landsstýrið væntar at fáa 20 milliónir krónur meira í meirvirðisgjaldi, verður lógin broytt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244