Verður trupult at røkka málið um minni CO2-útlát

Verður trupult at røkka málið um minni CO2-útlát
Tað verður trupult at røkka málið um at minka útlatið av CO2 so nógv sum ætlað, viðgongur landsstýriskvinnan í umhvørvismálum
 
18.10.2018 - 13:34

Útlátið av vakstrarhúsgassi frá ídnaði á landi í Føroyum hevur ongantíð verið so stórt sum nú.

Útlátið av koltvísúrni frá ídnaði á landi er nú næstan 90.000 tons, og tað er ein tvífalding síðani 2012. 

- Hetta er kanska baksíðan av búskaparvøkstrinum, at vit dálka meira, tí tað hevur verið øgiliga stór framgongd í vinnuni og í fólktali, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum.

Løgtingið samtykt at minka um útlátið

Løgtingið samtykti fyri nógvum árum síðani, at útlátið næsta ár skal vera 20 prosent minni enn í 2005.

Men tað er farið skeiva vegin, tí heldur enn at fara 20 prosent niður, er útlátið vaksið við 200.000 tonsum, so tað er omanfyri eina millión tons nú samanborið við omanfyri 800.000 í 2005. 

Men talan verður ikki um at leggja gjøld á vinnuna fyri at minka um útlátið, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

- Vit eru bangin fyri, at um vit legga avgjøld á, so seinka vit orkuskiftið, sigur hon. Vit vilja heldur eggja til at leggja um og royna at gera tað bíligari, sigur landsstýriskvinnan.

Sirið Stenberg ásannar, at tað verður trupult at náa málinum um at minka um útlátið við 20 prosentum, men landsstýriskvinnan er bjartskygd um møguleikan at minka um útlátið annars. 

- Vit skulu gera tað, sum vit kunnu. Vit hava møguleika fyri at minka munandi um útlátið, men tað krevur, at vit fáa átøkini í orkuætlanini, sum vit hava fingið handaða, ígjøgnum, sigur landsstýriskvinnan í umhvørvismálum.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650