Avbera nógvur gróður í fjør

Avbera nógvur gróður í fjør
Gróðurin á innara landgrunninum í fjør var tann besti síðani aldarmótið.
 
24.10.2018 - 11:03

Tað skrivar Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur, í ritinum Sjóvarmál 2018, sum júst er útkomið. Havstovan gevur Sjóvarmál út.

Grundina til góða gróðurin kenna vit ikki, men tá gróðurin er nógvur, eru størri sannlíkindi fyri góðari tilgongd til fiskastovnarnar, sum halda til á landgrunninum.

Gróðurin, ella plantuæti, er fyrsti liður í føðiketuni í havinum, og er tí grundarlag undir øllum lívi í sjónum, skrivar Sólvá Jacobsen.

Hóast tað enn er ov tíðliga at siga, um gróðurin í fjør fer at bøta um tilgongdina til botnfiskastovnarnar, so sær tað spennandi út, skrivar lívfrøðingurin í ritinum hjá Havstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037