Nógv fleiri vilja skifta kyn, bíðitíðin er long

Nógv fleiri vilja skifta kyn, bíðitíðin er long
Løgtingið skal viðgera uppskot um løgfrøðiligt kynsskifti týsdagin
Løgtingið skal viðgera eini rættindi, sum komu í Danmark fyri fýra árum síðani.
 
04.11.2018 - 10:41

Fleiri fólk í Danmark vilja skifta kyn.

Danskir miðlar siga í morgun, at fyri fáum árum síðani vóru tað tíggju fólk árliga, sum søktu um at skifta kyn - í dag er talið 200 fólk. Tað skrivar blaðið Jyllands-Posten.

Hetta hevur við sær, at bíðitíðin eftir viðgerð er longd munandi. Heimasíðan hjá Danmarks Radio skrivar, at bíðitíðin at sleppa framat serlækna kann vera eitt ár.

Síðani skulu fólk bíða í onnur tvey ár fyri at fara undir eina møguliga kynsskiftisviðgerð - og bíðitíðin bara veksur, skrivar Jyllands-Posten.

Politisku flokkarnir Enhedslistin, Alternativið og SF halda, at fleiri pengar skulu setast av, so bíðitíðin styttist, men í Dansk Folkeparti taka tey ikki undir við hesum.

Tey halda tvørturímóti, at talan er um eitt mótafyribrigdi - hetta at fara undir kynsskiftisviðgerð.

Løgfrøðligt skifti

Her heima er uppskot um løgfrøðiligt kynsskifti fyri í løgtinginum týsdagin. At skifta kyn løgfrøðiliga merkir, at tú søkir um at fáa eitt p-tal, sum samsvarar við tín kynsliga samleika, og hetta gevur tvørkyndum møguleika at velja sær navn samsvarandi samleika sínum, fáa nýtt samleikaprógv, koyrikort og pass, stendur at lesa í uppskotinum.

Løgfrøðiligt kynsskifti varð loyvt í Danmark í 2014. Danmarks Radio sigur, at síðani tá hava 918 fólk søkt um løgfrøðiligt kynsskifti, harav eru 692 umsóknir játtaðar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751