Edward Fuglø ársins mentanaravrik

Edward Fuglø ársins mentanaravrik
M. A. Jacobsens virðisløn fyri ársins mentanaravrik varð fyri løtu síðani latin Edwardi Fuglø.
 
08.11.2018 - 17:23

Í kvøld verða M. A. Jacobsens og barnamentanarheiðurslønirnar latnar. Nevndin, sum við fimm limum umboðandi býráðið, Fróðskaparsetrið og Rithøvundafelagið, hevur gjørt av, lata Edwardi Fuglø M. A. Jacobsens virðislønina fyri ársins mentanaravrik 2018. Tað er fyri verk hansara, tey tíggju trærelieffini sum mynda Jesus frá Nazaret, sum prýðir kirkjukjallarin í Christianskirkjuni í Klaksvík.

Nevndin hevði heimild til at lata færri enn tríggjar virðislønir og eisini onga at lata.

Í grundgevingini varð millum annað sagt, at "tey tíggju relieffini úr nógvum ymiskum træsløgum um søguna hjá Jesusi úr Nazaret er eitt høvuðsverk í nútímans føroyskari list. Tað sameinir tað hugsanarsama hugskotið við ein at síggja til einfaldan rundan form, sum kortini er fjølbroyttur, tá hugt verður nærri at teimum einstøku relieffunum. Fyndugi formurin og myndasøguliga frásøgnin við innsettum lutum úr gerandisdegnum gera, at verkið er bæði álvarsamt, skemtiligt og hugvekjandi á ein hátt, sum talar til øll". 

Talan er um tríggjar virðislønir, sum verða latnar í kvøld. Rannvá Holm Mortensen fekk fagurbókmentavirðislønina fyri langyrkinginasavnið "Sólsmakkur". 

vinnarar m. a. jacobsens barnamentanarheiðursløn

Caption: 
Kvøldins vinnarar. Vár Berghamar Jacobsen, Edward Fuglø og Rannvá Holm Mortensen við Gunvør Balle, forkvinnu í mentanarnevndini, og Anniku Olsen, borgarstjóra.

Virðislønin varð fyrstu ferð latin í 1958. Tað var Rithøvundafelagið, sum heitti á Tórshavnar býráð um at stovna eina árliga bókmentavirðisløn. Virðislønin skuldi bera navn eftir mentamannin Mads Andrias Jacobsen, ið m.a. var rithøvundur, lærari, bókavørður og borgarstjóri í Havn.

Fyrstu nógvu árini æt virðislønin Bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens, og talan var bara um eina virðisløn. Í 1996 varð reglugerðin broytt, soleiðis at 3 virðislønir kundu latast, og navnið varð broytt til Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens.

Umframt heiðurin fekk Edward Fuglø eisini 35.000 krónur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290