- Tíðindi, mentan og ítróttur
TB á fund um samstarv týsdagin
Enn er ikki greitt, um tað verður eitt felagslið úr Suðuroynni í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum í 2019.
TB, FC Suðuroy og Royn samstarvaðu um eitt felagslið í kappingarárunum 2017 og 2018.
Men í løtuni er støðan ógreið, tí partarnir eru ikki samdir.
Formaðurin í TB, Henrik Thomsen, sigur,at nevndin hjá TB fer at hava fund um støðuna týskvøldið.
Hann sigur, at TB ynskir at halda fram við samstarvinum, men at tað bara skal vera galdandi fyri tey vaksnu.
Formaðurin í FC Suðuroy, Julius Vest, ynskir sambært suðurrás, at yngri deildir eisini verða lagdar saman.
-Tað hevur víst seg, at fleiri børn gevast at spæla fótbólt, tá tey skulu flytast millum bygdirnar at venja og spæla dyst.
Vit ynskja, at tað framhaldandi vera trý feløg í Suðuroynni, sum skipa barnafótbóltin hvør sær, men sum samstarva um vaksnamannafótbólt, sigur formaðurin í TB við Kringvarpið.
Stríð um heimadystir
Higartil eru teir allarflestu dystirnir hjá TB/FCS/Royn spældir við Stórá í Trongisvági. FC Suðuroy ynskir, at dystirnir eisini skulu spælast í Vági.
TB heldur, at dystirnir framhaldandi skulu spælast í Trongisvági, tí har eru bestu umstøðurnar.
Stórar avleiðingar um samstarvið slitnar
Tað fer at fáa avleiðingar fyri allar partar, um samstarvið ikki heldur fram.
Fara partarnir hvør til sítt, má FC Suðuroy spæla í 2.deild, sum er triðbesta kappingin.
TB heldur fram í bestu deildini, men tað fer helst at blíva ógvuliga trupult at manna ein kappingarføran hóp, um eingin vábingur heldur fram í felagnum.
- Tað er ógvuliga keðiligt, at vit standa í hesari støðuni so seint á árinum. Hetta er tíðin, har feløgini brynja seg til komandi kappingarár.
Men vit kunnu ikki leita eftir nýggjum venjara og nýggjum spælarum, fyrr enn vit vita, hvør støðan hjá okkum er, sigur Henrik Thomsen, formaður í TB.
Tveir av profilunum hjá TB/FC Suðuroy/Royn, Salmundur Bech og Búi Egilsson, sum báðir hava sín uppruna úr FC Suðuroy, hava sagt við bolt.fo, at teir umhugsa at spæla aðrastaðni komandi kappingarár, um boð eru eftir teimum.
Mikukvøldið verður fundur millum TB, FC Suðuroy og Royn, har tey fara at umrøða, um tey skulu halda áfram at samstarva.