Føroyingar aftra seg við at flúgva við SAS

Føroyingar aftra seg við at flúgva við SAS
Norðurlendska flogfelagið hevur tikið tríggjar túrar úr ferðaætlanini í vetur
 
16.11.2018 - 10:31

SAS flýgur bara fýra ferðir um vikuna millum Keypmannahavn og Vágar í vetur, ein túr minni enn í fjørvetur.

At SAS-flogførini ikki hava RNP-skipan, sum flogførini hjá Atlantsflogi hava, ger, at føroyingar aftra seg við at flúgva við SAS. 

Mariam Skovfoged, kunningarstjóri í SAS, sigur við Dimmalætting, at túratalið er minkað, tí eftirspurningurin er minkaður, men eisini tí, at SAS bíðar framvegis eftir at fáa góðkenning til RNP-skipanina. 

Aðalmálið er føroyingar

Mariam Skovfoged sigur, at eitt nú danir, kinesarar og amerikanarar flúgva við SAS á Føroya-rutuni, men aðalmálið er at fáa føroyingar flúgva við SAS. Tí hevur RNP-skipanin so stóran týdning fyri felagið, sigur hon .

SAS hevur tikið týsdag, mikudag og leygardag úr ferðætlanini í vetur, men um jóltíðir og á nýggjárinum verður flogið hvønn dag. 

Mariam Skovfoged sigur við Dimmalætting, at SAS fer at flúgva fleiri túrar á Føroya-rutuni, tá summarferðaætlanin kemur í gildi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098