Uppsagnir hjá General Motors

Uppsagnir hjá General Motors
Bilframleiðarin, General Motors, skal spara seks miljardir dollarar, og stongir tí verksmiðir kring allan heim
Mynd: media.gm.ca  
 
27.11.2018 - 14:27

Fyritøkan hevur boðað frá, at 15 prosent av starvsfólkunum verða søgd úr starvi. Í dag arbeiða 180-túsund fólk fyri General Motors. 

Tilsamans sjey verksmiðjur verða stongdar, - tvær av teimum eru í USA, onnur í Detroit og hin í Warren í deilstatinum Ohio, og ein er í Oshawa í Ontario í Kanada. Í hesum trimum verksmiðjum verða bilarnir settir saman. 

Eisini stongir GM tvær verksmiðjur, sum framleiða battarí og gearkassar, - tær eru í Baltimore og í Warren í deilstatinum Michigan. Eisini lata tvær fyritøkur aftur uttanfyri Norðuramerika, men tað er enn ógreitt, hvørjar talan er um.

General Motors framleiða ikki longur bilar í Evropa eftir at tey seldu Opel til franska PSA.

Broytingar í leiðsluni

Nýskipanir verða eisini gjørdar í leiðsluni, og hon verður eisini skerd, - verri enn um samanborið verður við starvsfólkini. Ein fjórðingur av stjórunum eru sagdir úr starvi, so at leiðslan verður effektivari.

General Motors fer eisini at steðga framleiðsluni av ávísum bila-modellum, sum fyritøkan hevur ilt við at selja. Fyritøkan fer eisini frameftir at gera størri íløgur í nýggja ættarliðið av elbilum.

Eftir at hesi tíðindi bórust, hækkaði kursurin á partabrævinum hjá GM við sløkum fimm prosentum, skrivar YLE.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Hósdag 23. apríl
Kvørnin: "Wolfgang"
207484
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489