Bohemian Rhapsody óvæntaða góða undirtøku

Bohemian Rhapsody óvæntaða góða undirtøku
Undirtøkan fyri filminum um bretska rokkbólkin, Queen, hevur verið góð í Føroyum. Filmurin hevur skjótt verið vístur í fimm vikur
Higartil hevur 10. hvør føroyingur sæð filmin um bretska rokkbólkin, Queen, sum næstan hevur verið vístur í fimm vikur
 
02.12.2018 - 15:10

- Vit høvdu ikki væntað, at so nógv fólk fóru at koma í biograf og hyggja at filminum, sigur Jákup Eli Jacobsen, stjóri í størsta biografinum í landinum.

Undirtøkan fyri filminum um bretska rokkbólkin, Queen, hevur verið góð í Føroyum. Væl betri enn væntað varð frammanundan, sigur stjórin í Havnar Bio.

Higartil hava umleið 4.000 fólk sæð Bohemian Rhapsody í Havnar Bio. Nú hevur filmurin verið vístur í skjótt fimm vikur, og verður fyribils vístur til 12. desember.

10. hvør føroyingur sæð filmin

Tað er ikki bara í Havn, at fólk hava víst filminum um rokkbólkin, Queen, stóran áhuga. Tað sama hava fólk í Klaksvík eisini gjørt, upplýsir Atlantis.

Í Klaksvík vórðu 948 atgongumerki seld, tá filmurin Bohemian Rhapsody varð vístur har, upplýsir stjórin, Beinta Gregersen, fyri Kringvarpinum.

Hesin filmurin er kortini ikki sæddur eins nógv og Barbara. Ikki færri enn 17.000 fólk sóu filmin hjá Nils Malmros, ið er mest sæddi filmur í Føroyum nakrantíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521