- Eingin løta á pallinum kemur aftur

- Eingin løta á pallinum kemur aftur
Ein sjónleikur kann verða spældur umaftur og umaftur, men hvør framførsla er ein serstøk løta, sigur Gunnvá Zachariasen, sum fríggjakvøldið fekk Mentanarvirðisløn landsins.
Gunnvá Zachariasen fekk Mentanarvirðisløn Landsins
Mynd: Bjarni Á. Rubeksen  
 
28.10.2026 - 11:00

– Tað er nærveran og tann serstaka løtan millum sjónleikararnar og áskoðararnar, sum ongantíð kemur aftur. Onkuntíð flenna tey, onkuntíð eru tey gravalvorlig, og onkuntíð gráta tey. Næsta kvøld er tað heilt øðrvísi, sigur Gunnvá Zachariasen.

Hon heldur, at júst hetta ger sjónleikin til eitt týdningarmikið mótstykki til talgilda heimin, har vit kunnu síggja filmar og sjónvarpsrøðir umaftur og umaftur.

Fyri Gunnvá var tað ein stór og rørandi løta at fáa Mentanarvirðisløn landsins. Hon hevur brúkt stóran part av lívinum á pallinum, og virðislønin er ein viðurkenning av, at arbeiðið hevur sett spor.

– Tað er so serligt við sjónleiki, at hann er liðugur, tá ið hann er liðugt spældur. Og so veit mann ikki ordiliga, hvar hann livir víðari. Kanska festir hann seg í minninum, hjartanum ella kenslulívinum hjá fólki.

Hóast stóra heiðurin hevur Gunnvá Zachariasen úr at gera. Hon ferðast í hesum døgum kring landið við leikinum Gandakellingin úr Skúvoy og skal eisini til Grønlands at undirvísa sjónleikararnæmingum.

Í morgunsendingini greiddi hon frá serstøku løtunum á pallinum, kærleikanum til sjónleikin og týdninginum av at geva hesi listagrein størri rúmd í føroyska samfelagnum.

a_4953-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541