- Endurspeglar manglandi javnstøðuna

- Endurspeglar manglandi javnstøðuna
Í gjárkvøldið varð Ada Hederberg kosin at vera verðins besti kvinnuligi fótbóltsspælari. Samstundis fekk hon ein heldur óhóskandi spurning.
 
04.12.2018 - 11:32

"Dugir tú at twerka?" Tann spurningin skuldi Ada Hederberg leggja oyra til, beint eftir at hon hevði tikið ímóti Ballon d'or virðislønini, sum hevur verið handað heimsins besta fótbóltsleikara hjá monnum í nógv ár.

Norska Ada Hederberg var í gjárkvøldið fyrsta kvinna, ið vann Ballon d'or virðislønina. Men tað vakti stóran ans, tá ið Hederberg varð spurd, um hon kundi gera ein lítlan dans, eitt sonevnt twerk, eftir at hon hevði fingið virðislønina.

Hederberg var sjónliga illa við, tá ið hon fekk spurningin frá franska plátuvendarinum, Martin Solveig. Hederberg svaraði stutt "nei", og síðani fór fótbóltsspælarin av pallinum. Hon kom tó upp aftur á pallin seinni, eftir at fleiri heittu á hana um at fullfíggja takkartaluna, skrivar danska kringvarpið.

- Hetta er ein endurspegling av tí manglandi javnstøðuni, sum enn ger seg galdandi í ítrótti, hava fleiri viðmerkt - millum onnur skotski tennisleikarin Andy Murray.

Martin Solveig hevur síðani biðið Adu Hederberg og hyggjararnar um treytaleysa umbering fyri óhepnu útsøgnina.

Hjá monnum vann kroatiski Luka Modric, eftir at teir báðir Christiano Ronaldo úr Portugal og Lionel Messi úr Argentina hava skiftst um at vunnið í tíggju ár á rað.

19 ára gamli fraklendingurin Kylian Mbappe var kosin besti leikari undir 21 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858