Havnin ger enn eina roynd at fáa Gomlurætt

Havnin ger enn eina roynd at fáa Gomlurætt
Hundraðtals milliónir í íløgum í Gomlurætt fara fyri skeytið, um P/f Eysturoyar- og Sandoyartunlar heldur fast við tunnilsmunnan í Gomlurætt
Ætlaði tunnilsmunnin, sum oyðileggur havnarlagið í Gomlurætt, sigur býráðið.
 
04.12.2018 - 07:53

Hundraðtals milliónir í íløgum í Gomlurætt fara fyri skeytið, um P/f Eysturoyar- og Sandoyartunlar heldur fast við tunnilsmunnan í Gomlurætt, sum verður við havnarøkið.

Men ein íløga uppá 20 mió. kr. kann bjarga Gomlurætt, um linjuføringin fyri tunnilin verður løgd sum upprunaliga ætlað, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.

Hon sigur, at Tórshavnar kommuna varð ikki hoyrd, tá tunnilsmunnin í Gomlurætt varð staðsettur.

Fakfólk hjá kommununi og hjá Landsverki tykjast samd um, at verandi loysn ikki er tann besta loysnin. Hon eigur tí at vera endurskoðað, sigur Annika Olsen.

Tórshavnar kommuna vil, at kommunan sleppur at ráða yvir havnarøkinum á Gomlurætt, eins og fyridømi eru um í øðrum kommunum, har undirsjóvartunlar hava avloyst sjóvegis sambandið. 

Einasta havnarøkið vestanfyri

Kommunan vildi varðveita økið sum havnarøki, tí Gamlarætt er einasta havnarøki í kommununi, sum vendir vestureftir móti Koltri og Hesti.

Kommunan ætlaði at nýta økið til vinnuligt virksemi, so sum ferðavinnu, aling, smábátar og til frítíðarvirksemi.

Umhvørvisstovan mælir til at brúka tíðina til arbeiðið uppá Sandoyartunnilin byrjar til at finna eina semju um tunnilsmunnan á Gomlurætt og um havnarøkið og staðfesta semjuna í serstakari byggisamtykt fyri økið.

Í september í fjør varð einmælt samtykt í býráðnum í Havn, at tað ikki tekur undir við verandi linjuføring í Gomlurætt.

Býráðið mælir landsins myndugleikum til at hava nýggjar samráðingar við P/F Eysturoyar- og Sandoyartunlar um Gomlurætt.

P/f Eysturoyar- og Sandoyartunlar hevur tó ongar ætlanir um at flyta tunnilsmunnan burtur frá havnarlagnum á Gomlurætt, segði Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum, í fjør heyst eftir samtyktina í býráðnum í Tórshavnar kommunu.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595