Fíggjarnevndin: 28 milliónir afturat til Glasir

bannari
05.12.2018 - 12:12
AktueltPolitikkur
Fíggjarnevndin: 28 milliónir afturat til Glasir
Breiður meiriluti í Fíggjarnevndini mælir til eykajáttan, hóast penganýtslu í heimildarloysi og villeiðandi upplýsingar úr landsstýrinum
Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini hjá løgtinginum
 
 

Løgtingið fer í dag at játta 28,4 milliónir krónur afturat til skúladepilin í Marknagili í Havn.

Fíggjarnevndin er loksins liðug at skriva álit í málinum, og breiður meiriluti í nevndini mælir til at játta landsstýriskvinnuni í mentamálum teir pengar, hon biður um.

6. november bað Rigmor Dam um 18,7 milliónir krónur afturat til skúladepilin, men síðani eru fleiri eykarokningar komnar afturat, soleiðis at landsstýriskvinnan nú biður fíggjarnevndina um at játta 28,4 milliónir afturat beinanvegin.

Ruth Vang, Pauli Trond Petersen, Kristin Michelsen, Bárður Nielsen, Bill Justinussen og Helena Dam á Neystabø taka undir við at játta pengarnar.

Meirilutin staðfestir í sínum áliti, at hóast umbønin um eykajáttan er vaksin munandi undir viðgerðini, so er tað kortini ikki eydnast Fíggjarnevndini at fáa vissu fyri, hvat endaligu útreiðslurnar verða fyri skúladepilin í Marknagili í Havn.

Eisini fýlist fíggjarnevndin á, at upplýsingarnar, sum verða skrivaðar í lógaruppskotinum, hava víst seg at vera villleiðandi. 

Til dømis, tá skrivað verður at byggimyndugleikarnir hava sett krøv aftaná at arbeiðið er liðugt. - Sambært meirilutaálitinum hevur byggimyndugleikin upplýst fyri Fíggjarnevndini, at eingi nýggj krøv eru sett til verkætlanina,
aftaná at verkætlanin fór í gongd.

Kortini mælir meirilutin til at játta 28,4 milliónir krónur afturat. Tí kemur rokningin fyri skúladepilin nú upp á 665 milliónir krónur.

Minnilutin í fíggjarnevndini - Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum - mælir frá at samtykkja uppskotið um eykajáttan til Glasir.

Jacob Vestergaard sigur seg taka fult undir við, at øll viðurskifti viðvíkjandi Glasi verða fingin í rættlag, og neyðugu pengarnir verða játtaðir til tað. 

Men í løtuni er ikki ráðiligt at játta fleiri pengar, sigur løgtingsmaðurin, partvís tí at Landsverk hevur ikki førleika at stýra verkætlanini, og partvís tí at eingin tekur ábyrgdina av Glasi.

Eisini festir Jacob Vestergaard seg við, at landsstýrisfólkini í fíggjar- og mentamálum hava upplýst fyri løgtinginum, at talan hevur verið um nýggj krøv frá byggimyndugleikunum. Men tað er ikki rætt. 

- At koma við villleiðandi upplýsingum til Løgtingið, fyri at fáa málið skundað ígjøgnum, er sera álvarsamt, og hevði undir vanligum umstøðum fingið avleiðingar fyri avvarðandi landsstýrisfólk, sigur Jacob Vestergaard í sínum minnilutaáliti.

Greinin er dagførd við hesum ískoyti kl. 13:32, red.:

Meirilutin í fíggjarnevndini mælir til at hækka samlaðu játtanina í verklagslógini fyri Skúladepilin í Marknagili (løgtinsmál nr. 81/2018) við tilsamnas 28,4 milliónum krónum. Tí verður samlaði kostnaðurin 664,9 millionir. Í eykajáttanaruppskotinum, sum fylgir við verklagslógini, sigur fíggjarnevndin tó nakað annað. Her sigur meirilutin seg ikki ynskja at játta pening, sum longu er brúktur, tí vandi er fyri, at hetta kann misskiljast soleiðis, at Fíggjarnevndin hevur góðkent óheimilaða meirnýtslu. Meirilutin vil tí hava, at henda meirnýtsla verður staðfest í roknskapinum. Meirilutin sigur seg ikki góðkenna staðfestu meirnýtsluna, sum er tilsamans 14,25 milliónir krónur. Tí mælir meirilutin í fíggjarnevndini til, í uppskotinum til eykajáttanarlóg, einans at játta restina, tað vil siga 14,165 milliónir krónur. 

Í hesum sama áliti, tvs. í løgtingsmáli nr 80/2018, skrivar meirilutin somuleiðis, at "undir viðgerðini í Fíggjarnevndini er tað komið fram, at tað ikki ber til at staðfesta, um tilsamans 46 mió. kr. er endaliga upphæddin, sum skal til fyri at gera verkætlanina lidna. Tað er í sjálvum sær átaluvert."

Málið um eykajáttanina til Skúladepilin er sett á skrá og verður avgeitt longu ídag. Tað ber til, tí løgtingið longu hevur samtykt at víkja frá øllum tíðarfreistum.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. februar
Hvør myrdi Alec de Antiquis
91097
Leygardag 23. februar
Leygardagur 23.02.19
91563
Leygardag 23. februar
Tú skalt einki siga
91557
Leygardag 23. februar
Morgunlestur leygardagur 23. februar 2019
90860
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 23. februar
Hondbóltur: Neistin - Kyndil
91573
Leygardag 23. februar
Hondbóltur: VíF - Kyndil
91572
Leygardag 23. februar
Mitt í náttúruni (9:9)
90125
Fríggjadag 22. februar
Lyst 28
91497
Fríggjadag 22. februar
Vinnulívsmenn kjakast um fiskivinnu
91538