Fíggjarstjórin í Huawei handtikin

Fíggjarstjórin í Huawei handtikin
Wanzhou Meng, fíggjarstjóri í telerisanum, Huawei, er handtikin í Kanada og skal eftir ætlan latast amerikonsku myndugleikunum, skrivar BBC.
 
06.12.2018 - 10:37

- Wanzhou Meng varð handtikin í Vancouver 1. desember. Amerikonsku myndugleikarnir hava eftirlýst hana, og hon skal eftir ætlan avhoyrast fríggjadagin, sigur kanadiski løgmálaráðharrin, Ian McLeod, sum hevur fingið bann fyri at upplýsa meira um málið í løtuni.

Wanzhou Meng er ikki bara fíggjarstjóri í Huawei, men eisini næstformaður í stýrinum fyri felagið, og dóttir stovnaran, Ren Zhengfei.

Huawei er vaksin skjótt til heimsins størsta smarttelefon-framleiðara og er eitt av heimsins størstu feløgum í Kina.

Amerikanskir myndugleikar hava síðani 2016 kannað, um Huawei hevur skákað sær undan handilsforðingunum móti Iran við at selja útgerð frá amerikanska felagnum Hewlett-Packard til landið.

Slíkur handil skal verða gjørdur gjøgnum felagið Skycom, har Wanzhou Meng er stýrislimur.

Meng skal hava tilknýti til brot á handilsbann longu í 2013, skrivaði Reuters tá.

Handtøkan kemur samstundis, sum Kina og USA liggja í stórari handilsósemju.

Og tað hendir eisini samstundis, sum USA hevur lagt trýst á sameindu síni um ikki at keypa KT-útgerð frá Huawei, tí stórur vandi skal vera fyri trygdini, um útgerð frá Huawei verður brúkt í KT-undirstøðukervinum hjá landinum.

- Kina kann leggja trýst á framleiðarar um at tillaga teira vørur til at roynast verri ella steðga, til njósning ella bara at fáa atgongd til KT-kervið, hevur stjórin fyri bretsku fregnartænastuna, MI6, Alex Younger, sagt fyrr við Reuters.

Fyrr hava Australia, USA og Kanada sett Huawei á svaralista av ótta fyri, at kinesiski staturin ella aðrir aktørar kunnu brúka netverkið hjá Huawei til teldu-njósning.

Huawei hevur víst aftur øllum hesum pástandum og leggur dent á, at felagið er óheft av myndugleikum, og fæst ikki við njósning.

Huawei er risa fyritøka, sum selur vørur og tænastur til 170 lond kring allan heim. Huawei er m.a. í Føroyum. 

Í síðsta mánaði boðaði Føroya Tele frá, at felagið hevur gjørt avtalu við Huawei um, at farnetið hjá Føroya Tele verður raðfest millum tey fyrstu í øllum heiminum at fáa nýggjasta ættarliðið av farnettøkni, 5G.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691