USA revsar Norðurkorea

USA revsar Norðurkorea
USA hevur sett tiltøk í verk móti trimum norðurkoreanskum embætismonnum.
 
12.12.2018 - 08:34

USA hevur sett tiltøk í verk móti trimum norðurkoreanskum embætismonnum. 

Orsøkin er áhaldandi og álvarsom brot á mannrættindi og sensurur, sigur amerikanska fíggjarmálaráðið.

Tiltøkini eru eisini ein áminning um harðrendu viðferðina av amerikanaranum, Otto Warmbier, stendur í fráboðanini.

Otto Warmbier var ein amerikanskur lesandi, og hann doyði í juni í 2017 eftir at hava sitið fangi í Norðurkorea í umleið hálvt annað ár.

Í summar hittust amerikanski forsetin, Donald Trump, og norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, í Singapore.

Hóast útlit vóru til, at viðurskiftini millum USA og Norðurkorea fóru at batna, hevur lítið samband verið millum londini síðani.

Ein av teimum trimum norðurkoreanarunum, sum tiltøk verða sett í verk ímóti, er 68 ára gamli, Choe Ryong-hae.

Hann verður hildin at vera ein av nærmastu sameindu hjá Kim Jong-un.

Tiltøkini bera í sær, at hald verður lagt á virði hjá teimum trimum norðurkoreanarunum í USA, og teir sleppa heldur ikki at gera avtalur við nakran í USA. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514